Ynskir tú ein professjonellan vanga til hús tíni á netinum? So ert tú komin á rætta stað!

 

Fyri tað fyrsta, er umráðandi at vera sjónligur á netinum. Líka so umráðandi er, at skilja seg burturúr mongdini. Vit hava drúgvar royndir við Airbnb, Booking og TripAdvisor síðan 2014. Vit bjóða okkum at stovna ein professjonellan vanga til hús tíni, við sølufremjandi teksti og professjonellum myndum. 

Vit hava góðar royndir við hesum bókingarskipanum:

Airbnb.dk

Booking.com

TripAdvisor.com

Hetta bjóðar Gestablídni seg til:

1. Stovnan av einum professjonellum vanga á Airbnb, Booking ella TripAdvior, við sølufremjandi teksti og eftirviðgjørdum myndum. Prísur úr 1.000 kr.

2. Gestablídni kalendara umsiting og samskifti við gestir. Ein Gestablídni umsiting kostar 17% av inntøkuni. Vit hava drúgvar royndir at samskifta við útleigarar, úr nógvum ymiskum londum. Umráðandi er, at hava ein professjonellan tóna í samskiftinum og at ein er so hjálpsamur sum møguligt. Ein góð afturmelding er altið besta reklama fyri hús tíni.

Bílegg eitt óbindandi prát við okkum, fyri at hoyra nærri. Tú ert altíð vælkomin at skriva til gestablidni@gmail.com. Vit svara t-postum innanfyri 24 tímar.

Samband

Gestablídni

Toftavegur 44

900 Vágur

​​

Tel: Randi    +298 26 13 80

Tel: Eyðfinn +298 26 66 13

gestablidni@gmail.com

  • Grey Facebook Icon
  • Grey Instagram Icon

© 2019 Gestablídni